Hósdagin 4. apríl klokkan 14 - tað er í morgin - letur bókasavnið við Løkin eina sermerkta framsýning upp. Fimm stórar listprýddar bingjur standa á økinum frammanfyri bókasavnið. Hvør bingja er eitt verk í sjálvum sær, og tey vitjandi kunnu fara inn í verkini.
Í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá NAPA - Nordisk Institut í Grønlandi - í 2012, skuldu ung listafólk úr Grønlandi, Álandi, Íslandi, Finnlandi og Føroyum fylla hvør sína bingju at umboða sína list og sítt land. Ole Wich, listamaður hevur verið føroyska ábyrgdarfólkið og hevur hjálp føroysku ungdómunum í teirra arbeiði.
At júst bingjur blivu karmur um ungdómsverkætlanina er tí, at NAPA metir flutning og mentan vera lívsneyðug í útnorðri, og í hesi verkætlan vera hugtøkini samantvinnað.
Hesar fimm bingjurnar hava seinasta hálva árið verið ferðandi framsýning í Norðurlondum. Tær hava verið í Nuuk, Helsinki og Álandi. Tær halda eftir vitjanina í Føroyum fram til Reykjavíkar og síðani aftur til Grønlands. Undan Páskum hava byngjurnar staðið í Havn.
Í góðum samstarvi og við vælvild frá Norðurlandahúsinum í Føroyum fáa vit nú høvið at uppliva Bingjuboð á Bókasavninum við Løkin.
Eitt tiltak verður fyriskipað í sambandi við almennu ferniseringina, tá bingjurnar lata upp. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, letur framsýningina upp. Haraftrat verður tónleikur/ljóð og drekkamuður á bókasavninum við Løkin í Runavík.
Bæði vaksin og børn eru vælkomin, og atgongd er ókeypis, sum vanligt er á bókasavninum. Seinasti dagur at síggja bingjurnar er hósdagin 11. apríl klokkan 18.