Nógvur vindur er nú seinnapartin. Ein hvirla tók seinnapartin eina 40 fót stóra bingju á bryggjuni í Vági. Eini 27 tons av sild og makreli eru í bingjuni. Bingjan sjálv vigar eini 5 tons.
Talan er um eina bingu hjá Varðanum Pelagic, ið leigar seg inn í frystigoymsluna Faroe Farming. Talan er við øðrum orðum um gamla flakavirkið í Vági.
Óhappið hendi frammanfyri frystigoymsluna, tá ein síðulyftari skuldi lyfta bingjuna av vogninum og niður á bryggjuna. Tá rakti ein hvirla so meint, at bingjan endaði hálv útav bryggjuni.
Bíðað verður nú eftir einum krana, ið skal fáa bingjuna upp aftur á bryggjuna.