Føroya Hondarbeiðsskúli skipar hetta vikuskiftið fyri tveimum bindiskeiðum í Klaksvík. Til tiltakið hava fyriskiparnir fingið danska bindidesignaran, Christel Seyfarth, at koma til Føroya at hava fyrilestrar og undirvísing. Bæði skeiðini eru fullteknað, og luttakarnir koma úr øllum Føroyum. Ein av fyriskiparunum, Guðrun Eltør, sigur at fríggjadagurin eydnaðist sera væl. Christel Seyfarth dugdi væl at greiða frá, og flestu kvinnurnar kendu ikki frammanundan til hennara teknikkir at binda við nógvum ymiskum litum.
- Fyrra skeiðið var bæði hugnaligt og læruríkt, og eg gleði meg til 16 nýggjar kvinnur koma leygardagin, sigur Guðrun Eltør.
Christel Seyfarth selur eisini bundin sjal og jakkar, og til hetta arbeiði søkir hon eftir dugnaligum bindikonum. Á skeiðnum er eisini høvi at keypa pakkar við tógvið og bindiuppskriftum til sjalini og jakkarnar, sum hon ger.
Føroya Hondarbeiðsskúla heldur til í Klaksvík og umframt føstu vetrarskeiðini skipa tey eisini fyri styttri vikuskiftisskeiðum sum hesum.