Umboðsmaðurin, Jógvan Isaksen, sum umboðar Klaksvíkar kommunu, legði eitt uppskot fram á umboðsnevndarfundinum hjá SEV fríggjadagin um at lækka-og seinni møguliga taka av íbindingargjaldið til sethús.
Uppskotstillarin róð fram undir, at eitt ókeypis íbindingargjald átti at verið veitt kundanum sum ein tænasta, eins oljufeløgini, Shell og Statoil, lata ókeypis tangar til húsahaldið. Í fyrstu atløgu skal íbindingargjaldið lækka 20 %, men málið eigur at verða at taka gjaldið endaliga av. Íbindingargjaldið er í dag ásett til 5000 krónur
Hans Tausen Olsen sigur, at SEV-stýrið viðger uppskotið, og endaliga støða verður tikin til uppskotið á umboðsnevndarfundinum í heyst. Verður uppskotið samtykt, lækkar íbindingargjaldið frá 1. januar 2005.