Bindimaskinufepurin herjar

Hóskvøldið klokkan 19.30 verður forkunnugt tiltak í Miðlahúsinum, har serfrøðingar innan bindimaskinur fara at vísa tað nýggjasta innan binding við maskinu.

Handarbeiðið fløvar um myrku tíðina, og nú bindimaskinurnar gerast alt meira vælumtóktar og vanligar, er lagamanni at nema sær kunning um tað nýggjasta innan hesa handarbeiðsgrein.
Gisleyg Dahl Bonde, sum eigur Hondarbeiðsbúðina Dr. Jacobsens gøtu, hevur tikið stig til tiltakið. Endamálið er, at øll, sum hava hug, kunnu koma oman í Miðlahúsið at fáa íblástur til nýggjar arbeiðshættir og øðrvísi tilfar, ein kann brúka til bindimaskinuna.

Danskur serfrøðingur
Gisleyg Dalh Bonde sigur, at tey hava gjørt av at bjóða donsku Conny Rasmussen, sum selur Silver Reed bindimaskinurnar, heim til Føroyar. Her fer hon at greiða frá um tað nýggjasta, tey hava at bjóða. Millum annað fara fólk at fáa høvi at síggja nýggja millumbindaran, sum hevur 150 nálir, og tí kann binda bæði rættiliga fínt og grovari tógv.
- Eitt nú tekur hendan maskinan eisini trítráðað føroyskt tógv, og er tað millum annað tað, sum ger hana øðrvísi enn vanligu maskinurnar, sigur Gisleyg Dahl Bonde. Hon skoytir uppí, at, eins og hinar Silver Reed maskinurnar, fæst hon bæði elektronisk og til holkort. Harumframt fæst eisini sonevnda DesignaKnit til maskinuna, so til ber at skapa pløggini í tilgongdini, og ikki bara at binda langar banar.

Seinni verður skeið
Á bindimaskinukvøldinum í Miðlahúsinum hevur eisini høvi at síggja pløgg og annað, sum eru bundin, tøvd og seymað úr ymiskum tilfari.
- Tað er spennandi at seta saman ymiskt tilfar og ymiskar hættir. Til ber eisini at brúka tað ein hevur liggjandi, sigur Gisleyg Dahl Bonde. Hon leggur afturat, at tey eisini fara at vísa, hvussu ein brúkar tær vælumtóktu mynstur-fløgurnar, har tú kanst seyma pløgg eftir tínum egnu mátum.
- Seinni er ætlanin at skipa fyri skeiðum í at binda á Silver Reed maskinu, tí fólk brúka maskinurnar til so nógv ymiskt. Tá er gott at fáa íblástur frá hvørjum øðrum, sigur Gisleyg Dahl Bonde, sum skundar sær at skoyta uppí, at tiltakið er alment og ókeypis.