Nú leygardagin verður bindiklubbatreff í Norðurlandahúsinum. Tað verður óiva stuttligt hjá øllum skaranum av kvinnum, sum møta upp, tí helst er hetta Føroya størsta bindiklubbatiltak nakrantíð.
Á skránni verða fyrilestrar, framsýningar, undirhald við m.a Jákupi Veyhe, matur og drekka. Skráin verður fjølbroytt t.d. fer Nikolina Beder, umboð fyri Navia og fótterapeutur, at hava fyrilestrar. Eisini verður ábit fyrrapart og seinnapart og døgurði at fáa. Allar bindiklubbakonurnar kunnu taka eitt heimabundið plagg við at sýna fram. Ein dómsnevnd velur út trý pløgg, ið fáa virðisløn. Bindiklubbarnir hava møguleika at fáa tikið bólkamyndir, eins og gjørt verður í skúlunum, at eiga til minnis um ein hugnaligan dag í Norðurlandahúsinum. So vítt portalurin veit, so byrjaði hetta við bindiklubbatreffi í 90unum í Vestmannna, har umleið 400 bindiklubbakonur úr øllum landinum komu saman. Norðurlandahúsið sigur á síni heimasíðu www.nlh.fo frá eini langari skrá. Helst verður hetta ársins kvinnutiltak. So nú ræður um at binda um heilan fingur og tekna seg til dagin