Bindiklubbadamur taka dystin upp

- Vit ætla sjálvandi at taka dystin upp móti øllum, ið royna at yvirhála okkum, sigur Anja Wardum brosandi.

Tá Anja Wardum í Havn sá lýsing um, at tú kundi tekna seg til Gangi½maraton í fjør, bar hon skjótt at og royndi eisini at fáa fleiri vinkonur úr bindiklubbanum at koma við.

 

Nakrar vóru nokso trekar í fyrstani, tí tær ivaðust í, um tær fóru at klára at ganga 21 kilometra langa teinin. Men, tá avtornaði vóru tað 6-7 bindiklubbavinkonur sum fóru til gongu í góðveðrinum í fjør.

 

- Vit høvdu tað sera hugnaligt. Veðrið var so gott, og vit møttu bara einum lítlum fittum æli á vegnum. Annars var sól meginpartin av túrinum.

 

Tað sigur Anja Wardum í samrøðu við heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum. Hon leggur afturat, at hóast tær ikki renna maraton, so kendu tær seg sum part av tí stóra tiltakinum, og hinir rennararnir vóru fegnir um gongufólkið, tí tey stuðlaðu teimum so væl á leiðini.

 

Anja og vinkonurnar gingu í góðum tempo, prátaðu, fingu sær av fruktini og vatninum, sum stóð teimum í boði fram við vegnum, men tá onkrir aðrir bólkar knappliga yvirhálaðu, kom eitt sindur av kapping í gongufólkini.

 

- Ja, gongutúrurin gjørdist til eina stuttliga kapping millum nakrar av bólkunum, tí eingin vildi vera aftast. Bindiklubbin kom á mál eftir bara trimum tímum og 20 minuttum, og hetta var væl skjótari, enn tær høvdu roknað við.

 

Hon vísir á, at túrurin í fjør gav bindiklubbanum so gott mót, at tær beinanvegin tá gjørdu av, at tær fóru aftur í ár, og hesaferð ætla tær sær at renna meira enn í fjør. At partur av gjaldinum fer til eitt vælgerandi endamál hevur bara gjørt avgerðina tess lættari.

 

- Eg haldi, at flest øll klára at ganga hasar 21 kilometrarnar, eisini hóast tey ikki venja hvønn dag. Í ár eru tað ikki færri enn 10 bindiklubbavinkonur, sum hava teknað seg til Gangi½maraton. So, undirtøkan er betri enn í fjør.

 

Anja Wardum sigur, at sjálvandi hevur veðrið nógv at siga, men skemtandi leggur hon aftrat, at bindiklubbavinkonurnar hava bílagt gott veður aftur í ár. Umframt sólkrem ætlar hon sær at taka handskar og húgvu við, tí lotið er kalt.

 

- Vit gleða okkum at fara til gongu 4. juni í ár, og vit ætla sjálvandi at taka dystin upp móti øllum, ið royna at yvirhála okkum, sigur Anja Wardum brosandi.