Bindikafé í Klaksvík

Ongin treyt er at hava stokkar við, tá skipað verður fyri stórari bindikafé í Klaksvík hóskvøldið


Hóskvøldið 6. november kl. 20 skipar Norðoya Kunningarstova fyri stórari bindikafé á Hotel Klaksvík. Kvøldið verður skipað sum ein hugnaløta fyri allar kvinnur, og ongin treyt er at hava stokkar við.


Sum tað sømir seg einum røttum bindiklubba, verður kaffi/te og stórt kaku- og dessertborð, sum Hotel Klaksvík borðreiður.


Góð tíð verður at hugna sær við borðini, meðan ymisk kreativ íkast verða á skránni.


Eisini fara tógvhandlarnir ”Búnin” og ”Hjá Vimu” at vísa ymiskt úrvæl av tógvi og uppskriftum


Meir fæst at vita á Norðoya Kunningarstovu, tlf. 456939