Bindifestivalurin verður á Hellunum

Eitt av málunum við Bindifestivalinum er at heiðra og varðveita okkara ríku bindimentan.

Sera vælumtókta tiltakið í Fuglafirði - Bindifestivalurin - verður nú aftur í apríl, sum hann plagar.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri hetta tiltak.

 

Bindifestivalurin í 2022 verður tó nakað øðrvísi, enn hann hevur verið hini árini.

 

Í ár verður hann nevniliga hildin á Hellunum hósdagin og fríggjadagin 28. og 29. apríl. 

 

- Luttakaratalið verður rættiliga avmarkað; men skráin verður gevandi, siga tey í Fuglafirði.

 

Eitt av málunum við Bindifestivalinum er at heiðra og varðveita okkara ríku bindimentan.