Bindifestivalurin í Fuglafirði varð síðsta vikuskifti heiðraður av Ferðamannafelagnum og øðrum aktørum i vinnuni.
Bindifestivalurin í Fuglafirði sigur soleiðis:
Seinast vikuskifti fekk Bindifestivalurin heiðursbræv frá Ferðavinnufelaganum og øðrum aktørum í ferðavinnuni, fyri at vera
“NÝSKAPAN Í FERÐAVINNUNI”
Við hesum grundgevinginum:
Siðbundin føroysk mentan verður samskipað á øðrvísi hátt og fær eitt nýtt úttrykk, ið dregur onnur við sama áhuga til Føroya. Dyrnar verða latnar upp í vanligum føroyskum heimum fyri øllum, sum hava áhuga í hesum handverki. Hetta er nýhugsan og gevur ferðafólkum eina sanna og autentiska ferðauppliving, sum ikki kann fáast aðrastaðni. Ongantíð áður hevur verið skipað fyri tílíkum tiltaki í Føroyum, og hetta er nýskapan í føroysku ferðavinnuni.
Tað er langt frá tanka og til at fáa tað ført út í livið, men fuglfirðingar tóku hetta til sín og tí lat tað seg gera.
Bindifestivalurin vil takka øllum stuðlum og fuglfirðingum, sum viðvirkaðu á ymsan hátt.