Skráin er fjølbroytt og inniheldur eitt nú ymisk spennandi føroysk innsløg. Fríggjakvøldið verður ”Strik og Show,” har Miss Boogie (a.k.a. Finn Ferjá) kemur at upptraðka, og sama kvøld heldur Sissal Kristiansen fyrileystur um ull og burðardyggleika.
Leygardagin fer Randi Samsonsen at halda fyrileysturin ”At se med huden,” og sunnudagin verður fyrileystur um ”Wool in the North” eftir Dorthea Joensen frá búnaðarmálaráðnum. Seinni á degnum fer Sissal Kristiansen at greiða frá sínum stuttfilmi ”The Wool Islands”.
Tað ber til at keypa lekkurt tógv úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og atgongd er ókeypis. Tó skal man keypa atgongumerki til ávís tiltøk.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Les meira um festivalin Pakhusstrik 2023 her: nordatlantens.dk/pakhusstrik