Týskvøldið 17. februar kl. 19.30 verður tiltak við Majbritt Jakobsen á Býarbókasavninum í Havn.
Majbritt Jakobsen er leiðari hjá Marjun Heimá og hevur serligan kunnleika um føroyska búnan. Hon fer at tosa um føroysk klæðir og broytingarnar, sum alsamt fara fram.
Stundir verða sjálvandi at binda, tosa saman og hugna sær. Tiltakið er ókeypis, og fyriskipararnir siga, at neyðugt er ikki at melda til.










