Binda alt landið saman

-Vágatunnilin er ein ítøkiliggerðan av nøkrum, sum bara hevur verið í tonkunum hjá fleiri og fleiri fólkum tey seinastu 15-20 árini. Síggja vit fyri okkum kortið, sum Heine Olsen hjá Landsverkfrøðinginum gjørdi í síni tíð, so er hetta fyrsta dømið um, at slík ætlan verður sett í verk. Kortið var ein sambinding av okkara spjadda oyggjasamfelag til eina eind sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, nú Vágatunnilin er vorðin veruleiki.

Undirsjóvartunnil




Høgni Hoydal roknar við, at líka stórt stig, sum Vágatunnilin er fyri Vágoynna, eins stórt verður tað fyri allar Føroyar. -Eg veit ikki um man kann samanbera hetta við, tá elektrisitetið kom ella tá farið varð undir at gera vegir. Men Føroyar verða í hvussu er ikki tær somu eftir hetta. Fer øll henda ætlan við at sambinda oyggjarnar at gerast veruleiki, so kann tað verða loysnin uppá, at vit framvegis kunnu hava eitt spjatt búsetingarmynstur í Føroyum og loysnin uppá, at man framvegis kann liva eitt nútímans lív í Føroyum uttan at liva í einum stórbýarsamfelag, og yvirhøvur kann tað geva so nógv størri mentunar- og vinnumøguleikar kring alt landið.

Høgni Hoydal ivast heldur ikki í, at tað verður farið víðari eftir hetta. -Um tøknin heldur fram at mennast - og tað ger hon uttan iva, og vit hugsa um teir fyrstu hvalbingarnar, sum man tók úr kolanámunum til at bora Hvalbiartunnilin, so stóðu teir við hondborum upp undir loft. Soleiðis varð fyrsti tunnilin í Føroyum gjørdur - til ta tøknina, sum hon er í dag, so er tað als ikki fantastarí longur eisini at tosa um undirsjóvartunlar til Sands og Suðuroyar. Tað liggur tí í eini rímuligari framtíð. Tann stóra avbjóðingin fyri Føroyar er, at tá Norðoyartunnilin verður liðugur um eini 2-3 ár og koyrandi verður úr Gásadali til Viðareiðis, sum er ein kollvelting í sær sjálvum, tá verða Sandoyggin og Suðuroyggin í eini serstøðu í Føroyum, sum tær stóru oyggjarnar, ið ikki hava fast samband. Tað er tað vit mugu til at hugsa um í framtíðini: hvussu vit fáa Sandoynna og Suðuroynna at verða bundnar saman við restini av landinum.

Høgni Hoydal sigur annars, at hesar útbyggingar mugu gerast soleiðis, at tær samsvara við fíggjarorkuna í landinum, og mest umráðandi er, at alt ikki verður gjørt samtíðis.

Um týdningin annars, sum Vágatunnilin fer at hava sigur formaður Tjóðveldisfloksins: -Tað týdningarmesta uppá stutt sikt er, at Vágoyggin fær heilt nýggjar møguleikar fyri at menna seg. Uppá longri sikt er hetta byrjanin til eina nýggja tíð fyri øll økini í Føroyum.