Bind ein stein

Langt burtur frá sýnast steinar at vera eins, men kemur tú nærri, sært tú beinanvegin, at teir eru ymiskir í skapi, stødd og liti, og tað ber til at binda til teir. Tað verður gjørt á verkstovu, sum Ann Højgaard Slot frá Designskolen Kolding stendur fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Luttakararnir skulu sjálvir hava ein stein við. 


Bindiverkstova: Bind ein stein

Norðurlandahúsið í Havn

Leygardagin 12/10 & sunnudagin 13/10