Servandir amerikanskir hermenn og hermenn hjá Norðursamgonguni leita nú eftir Osama bin Laden og mullah Mohammad Omar í fjallalendinum í landssynningspartinum av Afghanistan.
Samstundis hevur amerikanska verjumálaráðið Pentagon boðað frá, at stórar deildir av servandum hermonnum standa til reiðar at taka lut í leitingini, í hesum døgum er miðsavnað á leiðini millum býirnar Kandahar og Jalalabad.
Alment vil amerikanska verjumálaráðið einki siga um sjálva leitingina, men keldur í Pentagon søgdu í gjár, at tað gongur framá, og at teir báðir eftirlýstu menninir væntandi verða funnir fyrsta dagin.
-Tað er ilt at siga, nær teir verða tikinir, ella hvar vit koma fram á teir, men eg vænti, at teir verða tiknir um nakrar fáar dagar, segði ein kelda í Pentagon í gjár.
Samstundis hevur amerikanska uttanríkisráðið boðað frá, at tann, sum kann avdúka bin Laden, fær 200 mió. krónur í finningarløn.
Rættiligt átak
Teir amerikansku hermenninir, sum hava fingið til uppgávu at finna Osama bin Laden, skulu taka hann deyðan ella livandi, sum George W. Bush fyrr hevur sagt. Leitingin er nú so umfatandi, at talan er í veruleikanum um eitt rættiligt hernaðarátak, sum hevur fingið sín egna ovasta. Tað er generalurin Tony Franks, og hann segði í gjár, at 2300 hermenn afturat standa til reiðar at fara til Afghanistan at leita.
Tony Franks var mánadagin í Usbekistan, har hann vitjaði amerikansku hermenninar, sum hava havt støð har, síðani amerikansku álopini á Afghanistan byrjaðu.
Týsdagin var amerikanski generalurin í Kabul, har hann hitti umboð fyri Norðursamgonguna. Hetta var fyrstu ferð, at ein amerikanskur generalur setti fótin á afghanska jørð, síðani amerikansku loftálopini byrjaðu tann 7. oktober.