Bin Laden neyðtók meg!

Rithøvundurin Kola Boof vil vera við, at hon var fangi hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden í fýra mánaðir. Hann neyðtók og bukaði meg, sigur hon.

Tann 33 ára gamla Kola Boof er ein tann best umtókti afrikanski rithøvundurin í USA, og bøkur hennara eru millum tær mest seldu.
Herfyri noyddist hon at taka ein son sín úr skúlanum, tí søgur vóru farnar at ganga um, at hann er sonur sjálvan Osama bin Laden. Fleiri myndamenn, sum fingu fatur á søguni, vóru skjótir á skúlan at taka myndir av dronginum.
?Tað er lygn. Osama bin Laden er ikki pápi at nøkrum av mínum børnum, stóð í einari kunngerð frá Kolu Boof fyrr í vikuni.
Kola Boof, sum upprunaliga er ættað úr Sudan, vil vera við, at hon hitti Osama bin Laden í Marrakesh í Marokko á heysti í 1995. Í einari grein í New York Times stutt fyri jól vildi blaðið vera við, at hon hevði virkað sum skøkja í Marokko, og at tann kendi yvirgangsleiðarin var ein av viðskiftamonnum hennara. Men tað avsannar Kola Boof.
Hon sigur, at ein dagin kom Osama bin Laden inn á gistingarhúsið, har hon búði.
? Hann neyðtók meg, og tað gjørdi hann eisini fleiri ferðir afturat. Eg slapp ongan veg, tí hann læt sínar menn ansa eftir mær. Hetta stóð við í fýra mánaðir, og hesa tíðina var eg stutt sagt fangi hansara. Men so fann hann eina franska kvinnu og eina jødiska kvinnu, og so slapp eg leys, sigur Kola Boof.