Amerikanska blaðið Christian Science Monitor, sum ber orð fyri at hava álítandi keldur, skrivar, at Osama bin Laden er langt síðani farin úr Afghanistan. Blaðið sigur seg hava fingið tíðindini frá arabiska fíggjarmanninum og Al-Qaeda-leiðaranum Abu Jaffar.
Hann hevur greitt blaðnum frá, at bin Laden var í Tora Bora herfyri, men at hann tvær ferðir fór úr holunum, hann og menn hansara fjaldu seg.
? Hann fór fyrst at tosa við Taliban-leiðaran Mohammed Omar og gisti hjá honum í Kandahar. Hetta var fyri trimum vikum síðani. Fyri einari góðari viku síðani fór bin Laden til Pakistan. Tað vóru pashtunar, sum hjálptu honum um markið, sigur Abu Jaffar við Christian Science Monitor.
Hetta eru tær fyrstu álítandi og beinleiðis upplýsingarnar um, at Osama bin Laden als ikki er í Afghanistan. Upplýsingarnar eru eisini í samsvari við onnur tíðindi seinastu dagarnar. Tey hava sagt, at bin Laden kom til fjallalendið har eysturi í Afghanistan tveir dagar, áðrenn býurin Jalalabad fall, og at hann seinni valdi at fara til Pakistan.
Amerikansku myndugleikarnir halda fast um, at bin Laden er ikki farin til Pakistan, men eygleiðarar siga, at hann kann lættliga vera komin hagar, áðrenn pakistanski herurin styrkti vaktarhaldið á markinum.
Ber til at flýggja
Varaovastin hjá amerikansku deildunum í Afghanistan, Peter Pace, viðgekk eisini mikudagin, at tað er vónleyst at halda eygað við øllum, sum fyriferst í fjøllunum har eysturi í landinum.
- Ein bólkur upp á t. d. 15 ella 20 fólk kann lættliga fjala seg í fjøllunum og sleppa til pakistanska markið, uttan at nakar varnast tað, segði Pace.
- Vit vita ikki, hvør flýggjar, men vit noyðast at ásanna, at tað letur seg gera at sleppa burtur haðani, legði hann afturat.










