Leiðarin í yvirgangsfelagsskapinum Al-Qaida, Osama bin Laden, kravdi í dag, at Frakland skal taka sínar hermenn úr Afghanistan alt fyri eitt. Kravið er á einum ljóðbandi, sum varð sent í sjónvarpinum Al Jazeera í dag.
Á upptøkuni sigur bin Laden, at ger Frakland eftir áheitan hansara, verða tveir franskir ríkisborgarar, sum eru gíslar í Afghanistan, latnir leysir. Sambært tíðindastovuni Reuter nevndi bin Laden eisini nakrar franskar ríkisborgarar, sum eru gíslar í afrikanska landinum Niger.
-At teirra forseti sýtir fyri at taka teir fonsku hermenninar úr Afghanistan vísir, at hann er amerikanarunum líðin, sigur Osama bin Laden á ljóðupptøkuni.










