Bin Laden biðið sínar egnu drepa seg

Osama bin Laden fer heldur at lata sínar egnu drepa seg enn at verða tikin fangi.

 

ÚTLAND


Saudiarabiska blaðið Al-Watan skrivaði í gjár, at Osama bin Laden hevur sagt nøkrum av sínum næstu medarbeiðarum, at teir skulu beina fyri sær, skuldi tað hent, at tað eydnast amerikanarum og bretum at avdúka, hvar hann heldur til.

Hann skal samstundis hava sagt, at sjálvur heldur hann segt bert hava nakrar dagar ella kanska nakrar vikur eftir.

Sambært blaðnum hevur bin Laden gjørt eina sjónbandsupptøku við sínum seinastu ynskjum, har hann eisini mælir øllum muslimum til at søkja at amerikanskum málum allastaðni. Ætlanin er, at bandið skal spælast, eftir at hann er deyður.

Bin Laden skal hava sagt, at hann fer ikki at lata amerikanarar, bretar ella hermenn hjá Norðursamgonguni beina fyri sær, og hann fer heldur ikki at lata seg taka til fanga. Tað seinna hevði verið ein sera dyggur ósigur hjá honum, skrivar saudiarabiska blaðið, sum vil vera við, at amerikanarar hava fingið nógvar upplýsingar frá Taliban-leiðarum, sum Norðursamgongan hevur tikið til fanga.

Leiðslan í Taliban heldur fast um, at hon veit ikki, hvar bin Laden er, og at einki samband hevur verið teirra millum seinastu tíðina.

Amerikanarar vilja vera við, at bin Laden og nakrir av monnum hansara fjala seg einastaðni har suðuri í Afghanistan, og nógvir servandir amerikanskir hermenn leita eftir honum saman við hermonum hjá Norðursamgonguni.

Amerikanska stjórnin segði týsdagin, at hon er til reiðar at senda hálvt triðja túsund hermenn afturat at leita eftir yvirgangsmanninum.

(Fartekst)