Bilvask á Super Dekk

Leygardagin 10. mai vaskaði ein 8. flokkur í Argja skúla bilar á Super Dekk við Hoyvíksvegin í Havn til frama fyri eina ferð til London hjá flokkinum.

Bikvaskið byrjar kl. 10 um morgunin, og vaskað varð so leingi bilar komu. Undirtøkan var sera góð, og nógv nýttu høvið at fáa bilin vaskaðan til hvítusunnu.


Samstundis sum bilvaskið fór fram, bjóðaði First Stop ókeypis kanning av dekkum.