Bilvanlukkan: Misti harradømi í yvirháling

Bilurin, sum fór av vegnum í Vágum í gjár, og fór somikið illa, at allir tríggir mennirnir, sum vóru í honum, lótu lív, var í holt við at yvirhála ein annan bil, tá vanlukkan hendi. Á veg omanaftur ímóti Fútakletti eftir at vera komin um sýnuna, yvirhálaði bilurin ein annan bil, og fór av vegnum vinstrumegin.

Skaðin á bilinum tíðir upp á, at ferðin hevur verið stór, sigur politiið.

Tríggir mans, 55 ára gamli Hans Mortensen av Argjum, 51 ára gamli Vilhjálmur Gregoriussen og 48 ár Høgni Carlsson, báðir úr Havn, lótu lív í ferðsluvanlukkuni.