Bilurin var ikki stolin- og nú er hann funnin aftur

Tað var ein misskiljing at sagt varð, at bilurin var stolin

Bilurin, sum løgreglan fekk boð um, var stolin í Gøtu í gjárkvøldið, er afturfunnin.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, varð ringt til løgregluna í gjárkvøldið at boða frá, at ein bilur var stolin í Gøtu. Og tað hjálpti, tí stutt eftir varð boðað frá, at bilurin var afturfunnin.

Løgreglan sigur, at ein ella onnur misskiljing er hent, tí støðan var tann, at hann skuldi á verkstað. Lyklarnir stóðu í bilinum og fólk frá verkstaðnum høvdu verið eftir honum, so hann stendur trygt og væl á verkstaðnum nú.

Løgreglan sigur, annars, at eigarin leitaði í alla nátt og løgreglan hevði eisini eyguni eftir bilinum, men tað var alt til fánýtis.