Bilurin kolaðist upp eftir eini løtu

Hepnið var við tveimum monnum, tá ið eldur brádliga kom í bilin uttanfyri Leynatunnilin í áðni

Fyri eini løtu síðani kom eldur brádliga í ein bil uttanfyri Leynatunnilin.

Bilurin var akkurát komin úr Vágatunlinum á veg til Havnar, men ímillum Vágatunnilin og Leynatunnilin, varnaðist ein bilførari, sum koyrdi aftanfyri, at tey reyk undan bilinum frammanfyri.

Hann fekk gjørt tekin til bilføraran, sum sá teknið og steðgaði.

Tveir mans vóru í bilinum, og teir vóru ikki meiri enn komnir út, so stóð bilurin í ljósum loga. Sløkkiliðið varð boðsent, men bilurin stóð í ljósum loga, og kolaðist upp eftir eini lítlari løtu.

 

- Tað einasta, sum er eftir av bilinum, eru felgurnar og sjálvt stellið, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at tað var ómetaliga heppið, at eldurin kyknaði upp ímillum báðar tunlarnar, og ikki inni í øðrum av teimum, tí so hevði søgan verið ein heilt onnur.

 

Tey vita einki um, hví eldur brádliga kom í bilin.

 

Sí fleiri myndir niðanfyri av hendingini. Myndamaður: John Hammer