Bilurin fór runt fleiri ferðir

- Eingin illgruni er um, at rúsdrekka var upp í ferðsluóhappinum við Hoyvíksvegin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

 

Sunnumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í Havn.

Tað var ein bilur, sum kom koyrandi oman eftir Hoyvíksvegnum og oman móti vegkrossinum til Gripsvegin, sum helt beina leið fram.

Eitt fólk var í bilinum, og eingin annar bilur var partur av óhappinum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at nú verður kannað, hví óhappið hendi. 

- Bilurin, sum bóltaði runt fleiri ferðir, fórst rættiliga illa, og neyðugt var eisini at klippa bilin fyri at fáa bilføraran úr honum.

Vaktleiðarin sigur, at bæði løgregla, sjúkrabilur og sløkkiliðsfólk vóru á staðnum, og bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

- Hetta var ein tilkomin bilførari, og eingin illgruni er um, at rúsdrekka var upp í ferðsluóhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.