Bilur út av vegnum oman fyri Kvívík

Klokkan 19.52 fekk politiið boð um, at ein bilur var farin út av vegnum oman fyri Kvívík.

Klokkan 19.52 fekk politiið boð um, at ein bilur var farin út av vegnum oman fyri Kvívík.

 

Enn hava teir ikki nógvar smálutir á politistøðini, men teir vistu kortini at siga, at tað var ein kvinna, sum var bilførari, og at hon var einsamøll í bilinum.

 

Bilurin kom úr Vestmanna og koyrdi suður eftir, tá hann endaðivið síðuna av vegnum. Hann fór niðan av vegnum og er tíski farin tvørtur um vegin og út av. Hetta hendi nær har igloo'irnar standa.

 

Kvinnan virkaði rímiliga væl fyri, tá sjúkrabilur var eftir henni. Politiið veit ikki meira í løtuni, men teir skuldu út á Landssjúkrahúsið at tosa við kvinnuna, og vita helst meira seinni.