Bilur endaði á takinum í Líðini á Tvøroyri

Løgreglan heldur, at førarin helst hevur verið óansin eitt bil undir koyringini.

Seinnapartin í gjár fór ein bilur út av innast í Líðini á Tvøroyri.

 

- Bilurin bar eisini við ein lyktapela og okkurt hegn á veg eftir lendinum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Myndir vísa, at bilurin endaði á takinum beint undir vegnum, og soleiðis sær hendingin ikki sørt ógvuslig út.

 

Løgreglan heldur, at førarin helst hevur verið óansin eitt bil undir koyringini, men slapp tíbetur burtur úr hendingini uttan likamlig mein.

 

- Okkara kanningar vístu, at bilførarin var ikki ávirkaður av rúsdrekka, sigur vaktleiðarin, sum leggur aftrat, at hendingin er skrivað sum eitt mál.

 

Vaktleiðarin visti í morgun ikki rættiliga at siga, hvørjir skaðarnir eru á bilin, sum fór út av innast í Líðini á Tvøroyri.