Seinnapartin í dag var eitt ferðsluóhapp á Marknagilsvegnum, har eitt fólk á súkklu varð í samanstoyti við einum bili.
– Tað var ein bilur, sum tók í eina súkklu. Persónurin, sum var á súkkluni, fór við sjúkrabilinum, men vit fylgja upp á tilburðin í morgin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini og leggur aftrat, at hóast hann ikki nágreiniliga veit, hvussu súkklarin hevur tað, so er hann í hvussu er uttan fyri lívsvanda.
Bilførarin hevur tað gott, og bilurin fekk eitt lítið hakk í síðuspeglið.