Ein maður fekk ilt í ryggin, tá bilurin fór út av vegnum tíðliga í morgun. Ongin álvarsligur skaði hendi, tá ein bliur fór út av vegnum uttan fyri munnan í Kollfjarðartunlinum kollfjarðamegin um sjeytíðina í morgun.
Politi og sjúkrabilur komu á staðið, men maðurin í bilinum hevði ikki fingið stóran skaða. Sambært politinum hevði hann bara eitt sindur ilt í rygginum.










