Løgreglan fekk í morgun boð um, at ein bilur var farin út av vegnum í hálkuni. Bilurin var á veg oman til Leguhúsið í Nesvík, tá hann fór út av vegnum.
Sambært løgregluni var ongin mannskaði. Bilurin fekk nakað av skaða.
Landsverk boðar í morgun frá, at roknast kann við hálku kring landið.