Seinnapartin í gjár fór ein bilur út av Tjørnuvíkarvegnum. Bilurin bóltaði runt og endaði á takinum. Fyrstu boðini til løgregluna vóru, at bilførarin sat fastur í bilinum, og boð vórðu tí send eftir klippiútgerð hjá sløkkiliðnum, og sjúkrabilur og løgreglubilur vórðu sendir á staðið.
Stutt eftir kom fráboðan um, at bilførarin var sloppin út úr bilinum, og at bilførarin hevði ikki fingið skaða.
Løgreglan sigur, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum í einum svingi, tí bilurin kom ov langt út í vegjaðaran.