Ferðsla
Í vikuskiftinum fór ein bilur niðan av landsvegnum millum Hov og Porkeri. Bilurin fór eina ferð runt oman eftir vegskráanum og endaði á liðini.
Óhappið hendi, tá ið bilurin í hálkuni fór tvørur á vegnum og endaði vestanfyri landsvegin.
Tveir persónar vóru í bilinum; teir fingu eingi likamlig mein. Hinvegin fekk bilurin materiellan skaða.