Bilur stolin í Hoyvík í nátt

Ein bileigari gjørdist skakkur í morgun, tá hann varnaðist, at bilurin, sum stóð parkeraður í Hoyvík, var horvin. Tjóvurin hevur tikið bilin ímillum klokkan 1 í nátt og klokkan 11 í morgun.

 

Talan er um ein reyðan Suzuki Swift við nummarplátuni EM 948.

 

Málið er meldað til løgregluna – sum hevur telefonnummarið 351448. Um onkur veit um bilin at siga, so boðið endilga løgregluni frá, ella ringið til eigaran á telefon 270170.