Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga frá einari heldur øðrvísi hending í gjár.
- Tað vóru fólk, sum ringdu at boða frá, at ein bilur hevði staðið í gongd í fleiri tímar. Vit fóru á staðið, sløktu bilin og tóku lyklarnar.
Vaktleiðarin sigur, at tey í løtuni ikki vita, hvør samanhangurin er, tí higartil í morgun hevur eigari ikki verið á støðini eftir billyklunum.
Fyrrapartin í gjár tók løgreglan eisini ein bilførara í Vágatunlinum, sum eftir øllum at døma hevði ringa tíð.
Løgreglan máldi bilin at koyra 123 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra í mesta lagi 80 kilometrar um tíman.
Hetta gevur í fyrsta lagi eina bót, men samstundis verður um reppið, at bilførarin noyðist upp til nýggja koyriroynd.