Tað munnu verða nógv ár síðani, at hestavognar vóru besti hátturin at koma fram í amerikanska býnum New York. Nú eru tað gulir hýruvognar, sum føra fólk higar og hagar, men tó eru nakrir hestavognar til tey, sum vilja hava eina nostalgiska ferð í amerikanska stórbýnum. Og um vikuskiftið endaði galið hjá einum bilførar, sum rendi á ein hesavogn á einum vegahorni í New York. (Mynd: Scanpix)