Bilur rendi á grót

Eitt ferðsluóhapp var á Kunoyarvegnum í morgun

Eitt ferðsluóhapp var á Kunoyarvegnum tíðliga í morgun.

 

Klokkan 05.30 fekk løgreglan eina fráboðan um, at nógv grót lá á Kunoyarvegnum, og bara lítla løtu seinni kom ein nýggj fráboðan, um at ein bilur hevði rent á eina grótrúgvu á Kunoyarvegnum.

 

Bilurin fekk stóran skaða, men eingin persónskaði var. Nakað av skaða kom eisini á autoverjuna. Landsverk kom á staðið og ruddaði vegin, áðrenn morgunferðslan byrjaði av álvara.

 

Sum skilst er tað nógva avfallið seinastu tíðina, sum hevur elvt til áarføri og tí er grót riðið út á vegin.