Bilur oman av vegnum í Syðrugøtu

Nakað av persónsskaða var, tá ein bilur fór oman av vegnum omanfyri Syðrugøtu fyri løtu síðani Óhappið hendi, tá ein bilur snaraði út fyri ein annan, ið var á veg norðureftir landsvegnum omanfyri Syðrugøtu.

Í eini roynd at bremsa og snara undan, fór bilurin, ið var á veg norðureftir, oman av vegnum og bóltaði runt nakrar ferðir oman gjøgnum bøin.

Nakað av materiellum og persónsskaða stóðst av óhappinum, og sjúkrabilur var skjótt á staðnum.

Annars hevur verið sera friðarligt í økinum kring Gøtu, har G Mini festivalurin er hetta vikuskifti.