Bilur kolaðist upp á Skála

- Eingin var í bilinum, tá eldur kom í, men fólk vóru nær bilinum, og líkt er til, at eldurin kyknaði frammi í motorrúminum, sigur løgreglan.

Klokkan 10.24 í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum bili á Skálavegi á Skála.

Hetta var í bygdum nærindis Prestá. Tað, sum kundi órógva eitt sindur, var, at bilurin stóð beint við eitt bilhús.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at sløkkiliðið bar seg skjótt at, og eftir minni enn hálvum tíma eftir, at fráboðanin kom, var tamarhald á støðuni. 

 

- Eingin var í bilinum, tá eldur kom í, men fólk vóru nær bilinum, og líkt er til, at eldurin kyknaði frammi í motorrúminum, sigur løgreglan.

 

Talan var um ein persónbil, og hetta var ikki ein el-bilur, um onkur skuldi ivast í tí.

 

- Bilurin kolaðist upp og gjørdist vrak, og her var nógvur roykur, meðan bilurin brendi, leggur løgreglan aftrat.