Bilur hjá horvnari kvinnu funnin í Vestmanna

Politiið í Havn váttar, at bilurin hjá burturblivnu íslendsku kvinnuni er funnin í Vestmanna. Hann stóð parkeraður úti á Stíggj, har tað er rættiliga høgt niðurfyri Kvinnan sjálv er ikki funnin, men løgreglan ætlar nú at seta eina leiting í verk. Talan er um 61 ára gomlu íslendsku kvinnuna, Valgerður Brand, sum er komin til Føroya við flogfari og skuldi fara heimaftur mánadagin.

Tá flogfarið hjá Atlantsflogi fór úr Vágum seinnapartin í gjár, var kvinnan ikki við. Hon gisti á Hotel Tórshavn ta fyrstu náttina, men er annars ikki sædd síðani leygardagin, tá hon leigaði ein bil at ferðast kring um oyggjarnar við. Talan er um gráan Kia Picanto við nummarspjaldrinum NL 634.

Sagt verður, at Valgerður Brand er ljóshærd og lág á vøkstri. Veit onkur um hana at siga, ber til at ringja til Politistøðina í Havn ? tlf. 351448.

Í tíðindunum á Rás2 klokkan 15 fer Eyðun Klakstein at tosa við Jón Klein Olsen, politiinspektør, um málið.