Bilur farin útav millum Fjarða

Ein bilur við einum kamping vogni fór útav vegnum beint eftir klokkan 15.00 í dag. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at enn er óvist, um tað var vindurin, sum átti ábyrgdina av, at bilurin við kampingvogninum fór av vegnum. 

 

 

Eingin mannskaði stóðst av hendingini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

 

 

Tað er nógvur vindur kring landið í dag. Í hvirlunum verður sagt upp í móti 50 m/s ymsa staðni í landinum, men sum heild er illveður at kalla allastaðni. 

 

 

Tað versnar út á kvøldið og frá á leið klokkan 16.00 og til á midnátt kunnu vit vænta harðari hvirlur og ógvusligt illveður. Tí ræður um at ansa sær í ferðsluni.