Bilur endaði á takinum

Klokkan gott trý seinnapartin fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Kollafirði.

Vathavandi sigur, at ein bilur, sum var á veg norður eftir knappliga stýrdi yvir um miðlinjuna og helt fram út av vegnum. Bilurin endaði á takinum, sum myndin vísir.

Ein bilur á veg suður eftir valdi at koyra út av vegnum, fyri ikki at renna á valfarandi bilin.

Sum sæst á myndini fór bilurin illa, men tað hendi kortini eingin fólkaskaði. Maðurin, ið førdi norðurgangandi bilin, var skelkaður, men fekk annars ikki nakran skaða, men varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar. Hann var einsmalluri bilinum.

Í bilinum, sum var á veg suður eftir, vóru ein kvinna og ein maður, og heldur ikki tey fingu nakran snudd.