Í gjár bleiv ein silvurlittur Toyota Yaris stolin mitt í Havnini. Politiið sendi eftirlýsing út, og tað vísti seg at rigga. Onkur hevði nevniliga sæð bilin og boðaði seinnapartin í gjár politinum frá, at bilurin stóð í einum grannalagi í Vesturbýnum.
Nú er ein patrulja send at hyggja at bilinum, fortelur vakthavandi hjá politinum fyri in.fo í morgun. Enn veit mann ikki, um bilurin hevur fingið skaða, ella hvør tjóvurin er.
Bilurin stóð uttan fyri Sjónleikarahúsið, tá hann bleiv stolin. Eigarin hevði gloymt at tikið lyklarnar úr bilinum, og tað var nokk ikki so smart, má eigarin nokk staðfesta í dag.
– Tá lyklarnir eru í bilinum, sær tryggingin tað sum, at man lænir bilin út. Mann skal altíð tryggja sær, at fólk sum ikki skulu brúka bilin, ikki fáa atgongd til hann. Vanligvís plagar eigarin av einum bili at fáa bót, um hann hevur gloymt lyklarnar, greiðir vakthavandi frá.