Ein bilur fór av vegnum norðan fyri Streymnes í gjárkvøldið.
Bilførarin ringdi sjálvur til løgregluna og boðaði frá, at hann var farin á glið í hálkuni. Maðurin kom koyrandi suður eftir, men skamt frá Streymnesi fór bilurin á glið, snaraði runt á vegnum og fór so niðan av vegnum.
Trý fólk vóru í bilinum, bilførarin og tvær ungar kvinnur. Eingin fólkaskaði hendi tó og lítil skaði kom á bilin. Sløkkiliðiðn var boðsent og flutti bilin, so hann ikki tarnaði ferðsluni.
Tó at tað var sera hált í gjárkvøldið, hevur løgreglan ikki fingið tær mongu fráboðanirnar um ferðsluóhapp.










