Bilrøkt við nýggjari tænastu

Sp/f Bilrøkt, ið hevur spesialiserað seg í polera, reinsa og lakkforsegla bilar og at selja brúktar bilar, bjóðar seg nú fram við ein nýggjari hjálpar- og flutningstænastu

Fyritøkan hjá Jákupi á Borg, Sp/f Bilrøkt, sum hevur hildið til á Varðagøtu, er nú flutt í onnur hølir á horninum Dalavegur/Pedda v. Steingøta.
 
Í hesum sambandi bjóðar fyritøkan seg fram við eini hjálpar- og flutningstænastu við einum bili, sum er gjørdur til endamálið. Talan er um ein 6 tons Nissan ECO T 100  lastvogn, sum er umbygdur til ein hjálpar- og flutningsbil.
 
Jákup á Borg sigur, at endamálið er at kunna veita eina góða tænastu til tey sum hava brúk fyri einum slíkum bili til ymiskan flutningstørv. Tað tað kann vera til bilar sum er uppstøðgaður og skulu á verkstað, ella bilar sum bert skulu flytast úr einum staði í annað, sum t.d. nýggir bilar sum skulu koyrast frá havnalagnum og til bilhandlaran. 
 
Hjálpar- og flutningsbilurin klára allar vanligar persón- og vørubilar, eins og trukkar og onnur arbeiðstól. Vit hava skipað tað soleiðis, at fólk kunnu ringja eftir hjálpar- og flutningsbilinum alt samdøgrið á telefonin 588881, sigur Jákup á Borg frá  Sp/f Bilrøkt.