Fixa og Bilrøkt hava gjørt samstarvsavtalu um, at Fixa verður umboðandi verkstaður at umvæla bilskaðar á bilar, sum Bilrøkt umboðar. Bilrøkt er nýtt umboð fyri vælumtókta bilmerkið, KIA. Fixa hevur drúgvar royndir innan bilskaðaøkið, og teir umvæla øll bilmerki.
Frammanundan er Fixa umboðandi verkstaður fyri Norðbil og Nordcar, og við nýggju avtaluni við Bilrøkt er Fixa nú umboðandi verkstaður fyri bilmerkini KIA, BMW, Mini Cooper, Fiat, Honda, Hyundai, Jaguar, Jeep og Alfa Romeo.
- Okkara verkstaður er undir støðugari menning, og vit leggja stóran dent á at umvæla eftir forskriftum og hægstu góðsku. Góð tænasta er ein sjálvfylgja, sigur Eyðun Berg, stjóri.
Hann vísir á, at í menningini er Fixa í holt við at byggja nýtt framkomið plátuvekstað á Skarðshjalla í Havn, sum skal standa liðugt komandi summar.
- Vit leggja stóran dent á at arbeiða umhvørvisvinarligt. Nýggj framkomin útgerð, sum hevur lægsta útlát ið finst, verður sett upp á nýggja plátuverkstaðnum, leggur Eyðun Berg aftrat.
##med2##











