Bilrøkt nýggja klárgeringarhøll

Opið hús verður leygardagin 21. august hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í sambandi við at fyritøkan fyllir fimm ár og ein nýggj klárgeringarhøll verður tikin í nýtslu.

Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sigur, at gólvvíddin í nýggju høllini er upp á tilsamans 260 fermetrar, og høllin skal nýtast til klárgering burturav. Vit hava gjørt hesa nýggju høllina, tí virksemið er vorðið so stórt og nú fáa vit samstundis meira pláss á mekanisku deildini.


Leygardagin hava vit fleiri góð tilboð eins og vit bjóða pylsur og okkurt leskiligt til børn og vaksin, sigur Jákup á Borg.