Billy Graham - Lógloysis eldurin

Bíblian lærir okkum, at synd er lógarbrot (1. Joh. 3,4).

Orðið »overtrædelse« kann umsetast til »lovløshed«. Jesus segði, at móti endans tíð skuldi tað vera ein heimsumfatandi uppreistur mótvegis lógum og skipaðum viðurskiftum. Uppreistur og lógloysi er nakað, ein í dag møtir í nógv størri høpi enn nakrantíð áður í heimssøguni. Børn reisa seg upp ímóti foreldrunum, so foreldrini eru rædd fyri teimum. Ungdómurin ger uppreistur móti lærarum sínum, unversitetsstudentarnir móti teimum fyrisitingarligu myndugleikunum. Tað eru skipaðar royndir at niðurgera løgregluna, at flenna at løgregluni og at spotta hana. Alt hetta er ein partur av tí vanliga respektloysinum fyri lóg og ordan.

Vit áttu at ógvast við, at í fleiri londum eru skipað brotsverk hin besta forrætningin. Veruleikin er, at fyri ikki langari tíð síðani kundi ein av Amerikas leiðandi brotsmonnum siga: »Tey skipaðu brotsverkini eru betri forrætning enn stjórnin í USA«.

Inntøkurnar av brotsverkum eru upp ímóti 10% av statsins inntøkum. Hetta kostar okkum meira enn alt okkara útbúgvingarprogramm og vælferðarprogramm tilsaman. Skipaðir brotsmenn og mafian hava kontroll yvir einstøkum av heimsins størstu býum. Hartil koma teir óskipaðu brotsmenninir, og teir eru nærum eins ringir, um ikki verri.

Brotsverkini vaksa í einum tílíkum tempo, at vit liva á markinum til uppreistur og anarki. Tað er vandafult at ganga á gøtunum í myrkri í nærum øllum býum í Amerika. tað er eins og hóttandi, yvirnáttúrligar kreftir eru slopnar leysar. Brotsverkini hótta við at spenna um alt samfelag okkara, tí so hvørt sum brotsverkini vaksa í tali, svíkur eisini landsins moralski grundvøllur meir og meir. Politimeistarin í einum av okkara størru býum segði við meg fyri stuttum: »Tað er greitt, at tað lønr seg at fremja brotsverk«. Hann segði, at meira enn helmingurin av brotsmonnunum í hansara býi gingu leysir. Teir flestu av teimum vórðu ongantíð funnir, og tá tað ráddi um teir, sum tiknir vóru, so hevur løgreglan ein sera torføra uppgávu við at prógva nakað, sum rætturin við góðkenna.

Hvat er svarið upp á brotsverkanna stóra trupulleika? Er tað eitt meira effektivt og betur útbygt politiapparat, betri útbúgving, strangari straff? Hvr er orsøkin til at land okkara er fremst í heiminum, tá tað ræður um brotsverk, og tað mitt í eini tíð við yvirflóð, sum heimurin ongantíð áður hevur sæð makan til?

Vit hava lært seinastu tíggju árini, at moralfatan er relativ, og nú heysta vit tað, vit hava sáað. Hugsanin innan skúlar okkara, við dómstólarnar eins og í fjølmiðlunum er ofta tann, at ein ignorerar offurið fyri brotsverki mótvegis sjálvum brotsverkinum. Í einstøkum førum gera vit harumframt brotsmannin til eina hetju. Eg havi lagt til merkis, at lógarinnar útøvarar í landi okkara ofta eru mótleysir ... Teir merkja, at dómstólarnir ikki samarbeið við teimum. Brotsverkastatistikkurin er astronomiskur. Lógarinnar hondhevarar hava hvørki pening ella fólk at gera arbeiði sítt til fulnar. Eingin tykist at hava ábyrgdina. hetta er ein annar av teimum mongu logum, vit ikki makta at fáa tamarhald á.

 

 

Kelda: Billy Graham, »Verden i Flammer« 1971. Símun Pauli Jacobsen, Vestmanna, týddi.