- Ein dag fert tú at hoyra ella lesa, at Billy Graham er deyður. Ikki skalt tú trúgva einum orði. Eg verið tá meiri livandi enn nakrantíð fyrr. Eg eri bara fluttur. Eg standi tá í ásjón Guds, segði Billy Graham einaferð.
Í dag fer hann til jarðar. Heimskendi prædikumaðurin Billy Graham andaðist 21. februar.
Poul Jóhan Djurhuus skrivar um jarðarferðina her.
Kistan hevur staðið til heiður í Capitol-salinum í Washington D.C. har amerikanarar hava havt høvi at vísa sína virðing fyri prædikumanninum.
Í gjár bleiv kistan so flutt suður til býin Charlotte í North Carolina, har Billy-Graham savnið er. Kistan verður løgd í sonevnda bønarstaðið, har kistan hjá Ruth, konu Billy Graham, eisini liggur. George Beverly Shea og Cliff Barrows, sum í mong ár arbeiddu saman við Billy Graham, eru eisini jarðaðir her.
Jarðarferðin verður klokkan 17 í dag og høvi verður at síggja hana á internetinum. Felagsskapurin hjá Billy Graham vísir hana beinleiðis. Fólk kunnu síggja hana antin á bgea.org ella við at fylgja eini leinkju frá evr.fo.
Franklin Graham, sonur Billy Graham, fer at halda høvuðstaluna til jarðarferðina, sum Billy Graham sjálvur ynskti skuldi endurspegla lívsvirksemi hansara. Tí verður talan um ein evangeliskan boðskað og sang.