Billy Corgan gestur á nýggju fløguni hjá Scorpions

Rudolf Schenker, sum øll árini hevur verið høvuðsmaður í Scorpions avdúkaði um miðjan mai mánaða at Billy Corgan úr Smashing Pumpkins luttekur á komandi fløguni. 40 ára gamli guitarleikarin og sangarin úr Elk Grove Village, Illinois letur sína eyðhoyrdu, klænmæltu rødd ljóða á sanginum The Cross, har týsku veteranarnir gera tað teir duga betur enn tey flestu - rokka fyri fullari skrúvu við buldrandi framferð og øllum knøttum uppi á ellivu. Nýggja fløgan hjá Scorpions hevur heitið Humanity - Hour 1 og kemur á marknaðin hin 25. mai.

Billy Corgan, sum tíðliga í fjør endurstovnaði stílskapandi bólkin, sum hann sjálvur tók stig til í 1988, hevur áður hjálpt egnum fyrimyndum, bæði á palli og í upptøkuhølunum. Umframt Scorpions hevur alternativi rockarin eisini verið gestur og hjálparmaður hjá enska bólkinum New Order á eini konsertferð í 2001. Tá gittarleikarin í Black Sabbath Toni Iommi gav á solofløguna Iommi út í 2000, var Corgan eisini millum gestatónleikararnar, hann skrivaði og innspældi sangin Black Oblivion saman við Iommi.