Billutir altíð dagførda vørugoymslu 

Handilin er kundavinarligur og hugnaligur. Alt er sett upp, soleiðis at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin. Her er snøgt alt til bilin og verkstaðið. 

 

- Goymslan er útbygd, og hon er stór. Vit fáa nýggjar vørur hvørja viku. Tað, sum vit ikki hava, skaffa vit, sigur Petur Martin Johansen, stjóri í Billutir Sp/f.

Bilfyritøkan Billutir Sp/f hevur serkunnleika í eykalutum til bilar og øllum, sum hevur við bilar at gera. 

 

Konseptið er bygt soleiðis upp, at her er alt at fáa til bilin. Umframt goymslu við eykalutum er talan um ein spennandi handil við stórum vøruúrvali við øllum tí, sum Billutir stendur fyri.

 

Handilin er kundavinarligur og hugnaligur. Alt er sett upp, soleiðis at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin.

 

Her er snøgt alt til bilin og verkstaðið. 

 

Goymslan við eykalutum er sera stór við vanligum slitlutum. Her eru t.d. bremsur, leigir, kjøtbein eins og oljufiltur og olja. Sjálvsagdir lutir í einum slíkum handli eru eitt nú spegl, lyktir, radioútgerð og øll sløg av hond- og elektriskum amboðum.   

 

Til børnini eru t.d. barnastólar og sólskermar.

 

Til røkt av bilum er ein hópur av vaskievni og poleringsevnum umframt eitt nú perur, viskarbløð og mottur.

 

Til bilverkstaðin hevur Billutir amboð av ymiskum slagi á goymslu sum eitt nú donkraft og verkstaðsvogn.   

 

Fyritøkan varð stovnað í 1993. Seinastu mongu árini hevur fyritøkan á Hoyvíksvegi 61 marknaðarført seg sum einasta fyritøka av sínum slagi í Føroyum, sum er føroysk burturav.   

 

- Goymslan er útbygd, og hon er stór. Vit fáa nýggjar vørur hvørja viku. Tað, sum vit ikki hava, skaffa vit, sigur Petur Martin Johansen, sum er stjóri í Billutir Sp/f.

 

##med2##

 

 

- Goymslan er útbygd, og hon er stór. Vit fáa nýggjar vørur hvørja viku. Tað, sum vit ikki hava, skaffa vit, sigur Petur Martin Johansen, stjóri í Billutir Sp/f.

Umframt goymslu við eykalutum er talan um ein spennandi handil við stórum vøruúrvali.