Fyrsti dysturin í sætta umfari í næstbestu deildini var grannauppgerðin millum FC Hoyvík og teir næstbestu hjá HB.
Undan hesum umfarinum hevði FC Hoyvík í fimm dystum drigið svart. Men ímóti HB eydnaðist tað loksins hjá Bill Jacobsen, sum er nýggjur venjari, og hansara monnum at vinna fyrsta stigið.
Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
FC Hoyvík málskjútti í áttanda minutti var 17 ára gamli Heðin Olsen, sum fyri fyrstu ferð var málskjútti í 1. deild. Uppleggið átti Sigurð J. Rasmussen.
HB javnaði lítla løtu undan steðginum. Baldur G. Niclasen var málskjútti, sum eisini var málskjútti, tá ið grannauppgerðin ímóti B36 endaði 1-1.
Tríggir dystir í fyrstu deild vera í morgin.
Hóskvøldið
FC Hoyvík – HB 1-1 (1-1)
1-0: Heðin Olsen 8.
1-1: Baldur G. Niclasen 44.
Fríggjakvøldið
Víkingur – KÍ 1-2 (0-2)
0-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 4.
0-2: Kristian Svabo Eliasen 34.
1-2: Bjørn Bakk Bjarkhamar 87.
Leygardagin
NSÍ – TB: Rani A. Skaalum kl. 16.00
AB – B36: Høgni Madsen kl. 15.00
FC Suðuroy – B71: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00